Suðuroyggin varð hart rakt fyrr í dag, men nú letur til, at ringast stendur til norðanfjørðs.
Fyrr í dag tók Mortan Mortensen í Vági upptøkur kring bygdina, har illveðrið veruliga kemur til sjóndar.
Trýstið á pílin á myndini og síggið videobrotið frá í dag.
Framvegis er nógvur vindur í Suðuroynni eins og kring alt landið og sum skilst eru fleiri stórskaðar hendir kring alt landið, tó tað er ógjørligt at siga, júst hvussu illa stendur til.










