VIDEO: Usain Bolt segði farvæl og takk

(VIDEO) Síggj og hoyr nakað av tí, sum Usain Bolt segði við heimspressuna aftaná eina minnisverda yrkisleið

- Tá eg tapti 100 metrar finaluna segði ein við meg: - Legg ikki í Usain, Muhammed Ali tapti eisini sín seinasta dyst. Soleiðis undirstrikaði Usain Bolt, at manglandi gullheiðursmerkini í HM í frælsum ítrótti í London hesaferð kunnu ikki skemma ótrúligu yrkisleiðina hann hevur havt, sum sprintari.

 

Kring heimin fagna fólk Usian Bolt, og eingin ivi er um, at jamaikabúgvin er tann fremsti sprintarin í heimssøguni við átta olympiskum gullheiðursmerkjum, umframt eina ørgrynnu av heimsmeistaraheitum og panamerikonskum meistaraheitum.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj Usain Bolt veittra til stóra fjøldina, og hoyr nakað av tí, sum hann hevði at siga við tíðindafólkini á tí seinasta tíðindafundinum, sum íðkandi á høgum støði.

 

Usain Bolt hevur latið upp fyri, at hann hevur hug at spæla fyri Manchester United í fótbólti. Um tað er reyp ella álvari fer framtíðin at vísa.