Lionel Messi og Cristiano Ronaldo vóru sendir heim úr HM sama dag. Fyrr í dag taptu Lionel Messi og Argentina 3-4 ímóti Fraklandi, og í kvøld taptu Cristiano Ronaldo og Portugal 1-2 ímóti Uruguay.
Við einum stórum arbeiðsavriki, serliga í verjuparinum og tveimum framúr vøkrum málum Edinson Cavani skoraði eydnaðist tað lítla suðuramerikanska landinum við bara 3,5 miljónum íbúgvum at vinna seg í enn eina fjórðingsfinalu í HM-søguni. Pepe javnaði fyri Portugal við einum góðum stútara. Cristiano Ronaldo hevði ikki sín besta dag fyri Portugal, og spurningurin er um hetta ikki var hansara seinasta HM-endaspæl. Um fýra ár er Cristiano Ronaldo 37 ár.
Málhetjan hjá Uruguay, Edinson Cavani mátti út við skaða í seinna hálvleiki. Enn frættist ikki um hann verður klárur til fjórðingsfinaluna.
Uruguay spælir fjórðingsfinalu ímóti Fraklandi komandi fríggjadag.
HERber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Uruguay og Portugal.
Uruguay-Portugal 2-1 (1-0)
1-0 Edinson Cavani (7.)
1-1 Pepe (55.)
2-1 Edinson Cavani (62.)