VIDEO: Upp í royk upp á fimm minuttir

Tað gekk skjótt fyri seg, tá eldur kom í ein skúrvogn hjá Rib62 í Vágsbotni í Havn um 16:15 tíðina seinnapartin í dag.

 

Ein jeepur kom sleipandi við vogninum oman í Vágsbotn, tá tjúkkur roykur og eldur kom úr vogninum. Førarin kláraði at steðga bilinum og krøkja vogning av. Hann steðgaði beint við sølutorgið í Vágsbotni, har førarin fekk fatur á eini vatnslangu og royndi at sløkkja. Men tað gjørdi ongan mun, og vognurin stóð eftir sekundum í ljósum loga – og eftir fimm minuttum var skúrurin útbrendur.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja kykmyndirnar.