Video: Uggaðu grátandi mótstøðuleikarar

(Video) U12 liðið hjá FC Barcelona vísti framúrskarandi ítróttaranda aftaná at hava sigrað á japanska liðnum, Omiya Ardija

Fyri stuttum vann U12 liðið hjá FC Barcelona eina altjóða fótbóltskapping ímóti japanska liðnum, Omiya Ardija. 

 

Tá finalan millum FC Barcelona og Omiya Ardija var liðug, og FC Barcelona hevði vunnið frøddust teir stórliga, men teir høvdu bara fegnast í nøkur fá sekund, so leggja U12 leikararnir hjá FC Barcelona til merkis, at allir leikararnir hjá Omiya Ardija gráta so illa, so ein skuldi trúð teir vóru pískaðir.

 

FC Barcelona leikararnir gevast í stundina at fegnast um egnan sigur, men fara heldur yvir til leikararnir hjá Omiya Ardija fyri at ugga teir á ein sera hjartaligan hátt.

 

Brotið við hesum framúrskarandi ítróttarandanum hjá U12 manningini hjá FC Barcelona hevur gingið sína sigursgongd kring heimin.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hjartanemandi løtuna, tá ungu FC Barcelona leikararnir ugga leikararnir hjá Omiya Ardija.