Video: U17-kvinnur í sigursrúsi

Her sært tú hvussu glaðar føroysku genturnar vóru fyri 2-1-sigurin á Hvítarusslandi.

Tað var sum vera man gott lag á føroyska U17-landsliðnum hjá kvinnum, sum í kvøld vann 2-1 ímóti Hvítarusslandi í EM-undankappingardysti í Cork, Írlandi.

 

Eftir tap ímóti Írlandi og Íslandi fyrr í kappingini, er nú greitt, at Føroyar enda nummar trý í EM-undankappingarbólkinum.

 

Sjónband av sigursrúsinum sæst omanfyri.