Innanfyri fáar dagar hava Olivier Giroud hjá Arsenal og Henrikh Mkhitaryan hjá Manchester United skorað tvey ógloymandi vøkur mál.
2. jóladag skeyt Henrikh Mkhitaryan eitt ógloymandi mál ímóti Sunderland á Old Trafford leikvøllinum í Manchester, tá hann hælaði bóltin í netið tá Manchester United vann 3-1 á Sunderland.
Longu í dag, nýggjársdag hevur Olivier Giroud skotið eitt enn vakrari mál, sum mong longu nú kenna seg vís í fer at verða valt til ársins mál í hesum kappingarárinum. Málið skeyt Olivier Giroud tá Arsenal á Emirates leikvøllinum í London vann 2-0 á Crystal Palace.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj Olivier Giroud hjá Arsenal og Henrikh Mkhitaryan hjá Manchester United skorað tvey ógloymandi vøkur mál, sum Arsenal og United-fjepparar seint fara at gloyma.










