VIDEO: Tveir góðir stútarar hjá Gunnari Vatnhamar

(Video) Síggj málini í dystinum Víkingur Reykjavík-HK 6-1 (3-0)

Greiða oddaliðið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini vann ígjár stórsigur 6-1 (4-0) á HK á heimavølli.

 

Gunnar Vatnhamar stútaði hegnisliga Víking framum 1-0, og hann økti við einum enn betri stútara til 3-0 aftaná hornaspark.

 

HER  ber til at síggja málini í dystinum.

 

Víkingur er langt fremt í bestu íslendsku deildini við 50 stigum. Valur er nummar tvey við 42 stigum, og Breiðablik er nummar trý við 35 stigum.