Næmingar á námsvísindadeildini hildu, at ov lítið føroyskt tilfar er til børn á alnótini. Tað mesta, sum børn í dag hyggja eftir á YouTube, er á donskum ella enskum.
Tí hava næmingarnir framleitt tvey videoklipp av tveimum føroyskum barnasangum í sambandi við eina temaviku. Hesi eru Hygg mín kjóli og Vestan fyri Mykines, sum tvey børn syngja.
Omanfyri ber til at síggja fitta videolagið av “Hygg mín kjóli”. Trýstir tú her, so sært tú kreativa videolagið av Vestan fyri Mykines.