Kroatia kom væl frá byrjan í bólki D, tá teir í kvøld vunnu 2-0 á Nigeria. Fyrr í dag leiktu Ísland og Argentina javnleik 1-1 í sama bólki, so Kroatia er á odda við trimum stigum í bólki D.
Kroatia var tað væl betra liðið, og kom til væl fleiri málmøguleikar enn Nigeria. Tað kravdi tó eitt sjálvmál at fáa kroatar framum. Oghenekaro Etebo beindi bóltin í egið mál tá 32 minuttir vóru farnir.
Stóra Real Madrid stjørnan, miðvallarin, Luka Modric staðfesti sigurin hjá Kroatia tá hann trygt setti eitt brotsspark í netið til 2-0. Hetta hendi tá 71 minuttir vóru farnir.
Íslendingar møta Nigeria komandi fríggjadag klokkan 16, og staðfestast má, at íslendingar hava møgleikan ímóti Nigeria, ið tykist ikki at verða í síni bestu útgávu til hetta HM-endaspælið.
HERber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Kroatia og Nigeria.