Video: Trump í bardaga við CNN

Amerikanski forsetin hevur tikið stríðið við miðlarnar eitt stig víðari.

Um vikuskiftið hendi tað óvæntaða, at amerikanski forsetin, Donald Trump, legði eitt heldur løgið videobrot á sína Twitter konto. Videobrotið vísir Donald Trump leypa á ein mann, sum hevur CNN logo á heysinum. 

Tað var í gjárkvøldið, at Donald Trump legði eitt 28 sekund langt videobrot av sær sjálvum á Twitter. - Tað er ein syrgiligur dagur, tá ið forsetin í USA eggjar til harðskap móti journalistum, sigur ein talsmaður hjá CNN sambært Ritzau. 

Talsmaðurin hjá CNN sigur víðari, at Trump uppførir seg barnsligt og langt undir sítt embæti. - Vit halda fram við at gera okkara arbeiði, og tað átti hann eisini at gjørt, sigur talsmaðurin. 

Danski uttanríkisráðharrin hevur eisini blandað seg í hendingina. - Eg haldi, at Donald Trump frá NÙ av skal stramma upp, hugsavna seg um stríðið fyri frælsi og vísa virðing fyri forsetaembætinum, sigur Anders Samuelsen á Facebook og Twitter. Hann skrivaði eisini boðini á enskum. 

 

 

Videobrotið, sum tú kanst síggja við at trýsta á pílin omanfyri, er frá einum tíggju ára gamlari wrestling sending, har Trump var ein av luttakarunum. 

 

 

- Eingin vil síggja tað sum eina hóttan. Tað vóni eg í øllum førum ikki, sigur Tom Bossert, ráðgevi hjá Hvíta Húsinum í samband við innanlands trygd, við sjónvarpsstøðina ABC. 

 

 

Trump hevur fleiri ferðir áður víst ónøgd og illvilja móti fleiri miðlum, eitt nú CNN, sum hann í gjár umrøddi sum Fraud News - følsk tíðindi. 

 

 

/ritzau/