Fríggjadagin bórust tíðindini um, at A. J. Pero, sum var trummusláari í Twisted Sister, brádliga var deyður. Hann gjørdist 55 ára gamal.
Í fjørsummar var A. J. Pero saman við Twisted Sister í Føroyum og vitjaði. Teir hildu frí í nakrar dagar her, áðrenn teir høvdu eina ordans rockkonsert á Summar Festivalinum í Klaksvík.
Trýst á pílin í myndini omanfyri og síggj trummusolo hjá A. J. Pero á Summar Festivalinum.