Video: Tríggjar kvinnur í fjórðingsfinaluni í badminton

Oyggjaleikir: Tríggjar av kvinnunum á føroyska badmintonlandsliðnum hava spælt seg í fjórðingsfinaluna í einmansleiki

Føroysku badmintonkvinnurnar hava staðið seg væl í dag. Ikki færri enn tríggjar av teimum, nevnliga Gunnvá Jacobsen, Kristina Eriksen og Rannvá D. Carlsson, hava nevnliga spælt seg í fjórðingsfinaluna í morgin.

Gunnvá Jacobsen heldur, at tað hevur gingið munandi betur í einstaklingakappingunum enn í liðkappingini, har Føroyar ikki fingu heiðursmerki.