Video: –Ætlaði ikki at vera landspolitikari

Men tað varð ein natúrlig gongd, sigur Jógvan Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, stillaði fyrstu ferð upp til býráðsval, tá hann var 23 ára gamal. Hann greiðir frá, at hann altíð hevur havt áhuga í politikki, hóast ongin annar í familjuni er politikari.

 

 

– Eitt av teimums størstu ynskjunum, sum eg hevði tá var, at Klaksvík skuldi vaksa í fólkatali. Tað vóru fá, sum trúðu uppá tað tá, men fólkatalið hevur verið vaksandi seinastu átta árini, sigur hann.

 

 

Upprunaliga var tað ikki ætlanin at stilla upp til løgtingsvalið, tí áhugin ikki var har tá. Tá var fokus tað, sum skuldi henda í Klaksvík, greiðir hann frá. 

 

 

– Er man í eini skipan, har man fær ávirkan og kann broyta ting, so sær man eisini onnur øki, sum onki verður gjørt við. Tí er tað ein natúrlig gongd at fara í landspolitikk eisini, sigur hann. 

 

 

–Eg havi nevnt í seinastuni at útleggja almenn arbeiðspláss. Setur onkur ikki fokus á tað, sum hendir tað ikki, sigur hann eisini. 

 

 

Trýst á pílin á myndin fyri at síggja og hoyra alla samrøðuna við Jógvan Skorheim.