Video: Tey ungu virða ikki løgregluna

Í vikuskiftinum upplivdi løgreglan, at ungdómur uppførdi seg sera ófólkaligt, tosaðu óvanliga ófantaligt og høvdu lítla virðing fyri løgregluni. Hetta kemur fyri av og á, men í vikuskiftinum segði løgreglan við in.fo, at tey mældu til, at foreldur tosa við tey ungu um atburð teirra.

 

 

– Talan var um ein ungan drong, sum var komin til skaða, og vit høvdu sent boð eftir einum sjúkrabili. Nógvir ungdómar eru á staðnum, og tá byrja summi at gera um seg og blanda seg upp í politi arbeiði. Tað vilja vit ikki tolerera, tá vit hava eina uppgávu at loysa, sigur John Martin Olsen, politikommiserur. 

 

 

Hoyr hann greiða nærri frá við at trýsta á pílin undir myndini.