VIDEO: Teis í topp-5 í verjukendum taktikki

(VIDEO) Teis Horn Rasmussen vísti verjukendan taktikk ímóti Noregi, sum er millum topp-5 í bólkaspælinum, sambært IHF

So var enn meiri heiður til føroyskar U21-landsliðsspælarar, og enn meiri heiður til Teis Horn Rasmussen, sum fyrr í vikuni fekk heiðurin at hava eina av topp-5 fríspælingum í bólkaspælinum.

 

Nú er Teis Horn Rasmussen aftur kosin at verða í topp-5 av altjóða hondbóltssamgonguni, IHF.

 

Sambært IHF er Teis í topp-5, tá tað kemur til verjukendan taktikk í bólkaspælinum í HM-endaspælinum í Algeria. Støðan, sum er vald er frá dystinum í Noregi, har ein vakin Teis í verjustøðu fiskar bóltin frá norðmonnum.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj topp-5 støðurnar í verjukendum taktikki frá bólkaspælinum í HM-endaspælinum í Algeria.