VIDEO: Teis eigur eina Topp-5 fríspæling

(Video) IHF hevur valt fimm tær bestu fríspælingarnar í bólkaspælinum í HM-endaspælinum í Algeria. Tann eina er føroysk

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj eitt YouTube-videobrot frá altjóða hondbóltssamgonguni, IHF.

 

Í hesum videobrotinum vísir IHF fimm tær bestu fríspælingarnar í bólkaspælinum í HM-endaspælinum fyri U21-landslið, sum er í Algeria.

 

Ein av hesum topp-5 fríspælingunum er frá dystinum millum Føroyar og Suðurkorea, har Teis Horn Rasmussen hegnisliga spælir Pætur Mikkjalsson leysan á strikuni, sum síðani skorar.