Sunnukvøldið bleiv eitt ógvuliga blandað kvøld fyri Gilla Rólantsson og liðfelagarnar í Brann Bergen.
Gilli spældi allan dystin tá Brann á útivølli tapti 1-3 ímóti Kristiansund. Samstundis tryggjaði Rosenborg sær norska meistaraheitið við at vinna 1-0 á Start Kristiansand á útivølli.
Men Molde vann 2-0 á Haugesund sum var triðji biðilin til Europa League plássini. Heimasigurin hjá Molde merkir, at Brann Bergen endar á minsta lagi triðja plássinum, og Brann Bergen sleppur tí at royna seg í Europa League undankappingini komandi summar.
Brann Bergen endar kappingarárið leygardagin 24. november við heimadysti ímóti Odd Grenland.
Rosenborg hevur 63 stig, Molde hevur 56 stig, Brann Bergen hevur 55 stig og Haugesund hevur 50 stig áðrenn seinasta leikumfar.
HERber til at siggja hæddarpunktini frá dystinum millum Kristiansund og Brann Bergen.










