Við Gróthúsvatn á Sandoynni er ein heilt serligur steinur, sum hevur sett dám á Sandoynna seinastu fáu árini. Steinurin er klæddur í eina rúgvu av toyi, og tað eru nakrar damur úr oynni, sum hava tikið stig til hetta. Tær avgjørdu í 2013 at binda ymisk pløgg at prýða steinin við.
Í nýggjum filmi, sum suðurafrikanska filmsliðið Green Rennaissance hevur gjørt, fortelja tær um sín bindiklubb og verkætlanina við steininum við Gróthúsvatn.
– Summar av teimum eldru kvinnunum søgdu, at tað var nakað tvætl at binda á ein stein. Men aftaná komu nakrar aftur og søgdu “tað er fantastiskt”, fortelur ein av kvinnunum í stuttfilminum.
Hon fortelur víðari um góðu móttøkuna, sum tær fegnast um.
– Vit høvdu ikki hugsað um, at hetta kundi blíva so kent og ein ferðafólkaattraktión. Tá fólk koma til Sands, fara tey og hyggja at steininum. Tað var ikki ætlanin hjá okkum. Vit gjørdu tað bara fyri stuttleikara, sigur hon.
Kvinnurnar skemta og hava tað stuttligt í bindiklubbanum, sæst týðiliga í filminum.
– Tað er gott at búgva í einum lítlum samfelag. Mann kennir øll, og mann leggur í øll. Men summi fólk halda, at mann veit ov nógv um hvønn annan. Tað er slatur, siga tær.
Hygg at filminum hjá Green Rennaissance her:
##med2##