Týska kvinnulandsliðið í fótbólti sum spælir HM-undankappingardyst ímóti Føroyum á Tórsvølli, týsdagin klokkan 16 er sera væl fyri.
Týskland vann oddadystin í HM undanbólki 5 ímóti Íslandi á Laugardalsvøllinum í Reykjavík ígjár. Týskland vann 2-0 við einum máli í hvørjum hálvleiki. Svenja Huth skoraði bæði tey týsku málini.
Íslendski landsliðsvenjarin, Freyr Alexandersson segði aftaná dystin, at Týskland vann ein fult uppibornan sigur.
Úrslitið merkir, at Týskland er sera væl fyri at vinna HM undanbólk 5 nú bert eitt umfar er eftir. Týskland hevur 18 stig, Ísland hevur 16 stig, Kekkia hevur 13 stig, Slovenia hevur 6 stig og Føroyar hava einki stig.
Klokkan 16 týsdagin tekur Ísland ímóti Kekkia, og Føroyar taka somu klokkutíð ímóti Týsklandi á Tórsvølli.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá HM-undankappingardystinum millum Ísland og Týskland.