Týsku heimsmeistararnir liva framvegis í HM-kappingini aftaná sera týðandi 2-1 sigurin á Svøríki í bólki F.
HERber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum.
Pætur Albinus tók soleiðis samanum týska sigurin á in.fo fyrr í kvøld: "Týskland var sum væntað væl meira á bóltinum í fyrra hálvleiki, men ein rimmar stinn svensk verjuskipan helt týskarunum frá teimum uppløgdu málmøguleikunum, og øðrvísi bit var í, tá ið sviar settu ferð á hinvegin, og tað var júst ein av hesum umstillingunum, sum sendi Svøríki óvæntða á odda 1-0 tá ið ein góður hálvur tími var leiktur.
Viktor Claesson fann Ola Toivonen innanfyri týsku verjuna, og Toulouse-áleyparin tók bóltin hegnisliga niður og lyfti hann upp um Manuel Neuer og í málið til 1-0 til Svøríki. Eitt fjálturstungið týskt lið átti einstakar støður eftir hetta, men heldur var tað Svøríki, ið helt fram við at vera vandameira liðið og var tætt við at økja um leiðsluna.
Mario Gomez varð settur í týska álop beint eftir steðgin, og tað skapti meira tyngd á týska liðnum, sum kom væl út frá skiftirúminum og eisini megnaði at javna einans tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik. Tað var Marco Reus, sum hevði runnið seg inn í brotsteigin og setti eitt innlegg í málið til 1-1.
Týskland var greitt omaná hesa fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, men Svøríki reið stormin av og vann seg so smátt innaftur í dystin. Hóast týðiliga troyttir, so stríddu sviar mannliga og gjørdu tað trupult fyri Týskland, sum smáar 10 minuttir fyri leiklok endaðu at spæla við 10 monnum, av tí at Jerome Boateng fekk sítt seinna gul fyri ófantaliga takkling.
Tað sá leingi út til at enda við javnleiki, men langt inni í yvirtíðini, í allarseinastu sekundunum, fekk Týskland eitt fríspark heilt har frammi í síðuni. Real Madrid-miðvallarin, Toni Kroos, varð settur at skjóta, og hann gjørdi ikki mætari enn at senda bóltin upp í málhornið til 2-1 til Týskland. Eitt ótrúligt comeback, sum sannlíkt bjargaði HM hjá Týsklandi.
Við súra 2-1-tapinum sær tað brádliga svart út hjá Svøríki, sum í seinasta bólkadystinum má klára seg betur ímóti Meksiko enn Týskland klárar seg ímóti Suðurkorea. Týskland og Svøríki hava nevniliga sama stigatal og sama málmun. Teir seinastu dystirnir í bólki F verða spældir mikudagin kl.15.00."
Týskland – Svøríki 2-1 (0-1)
0-1: Ola Toivonen, 32.
1-1: Marco Reus, 48.
2-1: Toni Kroos, 90+