VIDEO: Týdningarmikli sigurin hjá Jóan Símun og Bielefeld

(Video) Síggj hæddarpunkt frá tepra og týdningarmikla heimasigrinum hjá Arminia Bielefeld á Hannover 96 fyrr í dag

Jóan Símun Edmundsson fekk 71 minuttir á vøllinum, tá lið hansara, Arminia Bielefeld helt fast í oddasessinum í 2. bundesligu í Týsklandi við einum 1-0 heimasigri á Hannover 96.

Reinhold Yabo skoraði sigursmálið í 83. minutti.

Við sigrinum hevur Arminia Bielefeld fingið 47 stig fyri 23 dystir. Nummar tvey er nú VfB Stuttgart við 44 stigum, meðan Hamburg SV, sum tapti 2-0 á heimavølli móti St. Pauli, er nummar trý við 41 stigum. Nummar eitt og tvey flyta upp, meðan nummar trý skal spæla upp og niðurflytingardystir.

Her síggjast hæddarpunktini frá týdningarmikla sigrinum hjá Jóan Símuni og liðfeløgunum í Arminia Bielefeld :

##med2##