TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini av dystinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini millum Næstved og Fremad Amager, sum var leiktur frammanfyri 1.172 áskoðarum í Næstved ígjár.
Heini Vatnsdal var við á liðnum hjá Fremad Amager frá dystarbyrjan. Bárður J. Hansen hevði ein skaða, so hann var ikki við á hesum sinni.
Fremad Amager vann 1-0 við einum máli, sum Anders Kaagh skeyt miðskeiðis í seinna hálvleiki. Fremad Amager hevur nú 13 stig fyri níggju dystir, og liggur á einum áttanda plássi av teimum 12 liðunum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Mikukvøldið klokkan 18 spælir Fremad Amager á útivølli ímóti Nykøbing FC.
Tað er YouTube rásin hjá Fremad Amager, sum hevur lagt hæddarpunktini út á YouTube.










