VIDEO: Tí bønaði Ildefons Lima Sølva um eina troyggju í 2017

(FM1) Metmaðurin hjá Andorra, 40 ára gamli Ildefons Lima eigur eitt ótrúligt savn av óvaskaðum fótbóltstroyggjum

Uttanfyri vøllin er hann ein blíður og týður maður og er sera vinarligur at práta við, men á vøllinum er hann ein harður hundur.

Hann er tó ikki við móti Føroyum hesaferð, 40 ára gamli Ildefons Lima sum hevur spælt 128 landsdystir, og hevur skorað 11 mál fyri Andorra síðani 1997. Ildefons Lima sum enn spælir í bestu fótbóltsdeildini í Andorra ætlar at stríðast fyri at vera úttikin til landsliðið aftur.

Ildefons Lima hevur heima í Andorra eitt ótrúligt savn av óvaskaðum fótbóltstroyggjum frá spælarum, ið hava umboðað øll møgulig landslið o.o. lið, ið Ildefons Lima hevur spælt ímóti. Og summar troyggjur eru frá teimum størstu legundunum í fótbóltsheiminum.

##med2##

Ildefons Lima eigur tríggjar føroyskar fótbóltstroyggjur. Eina frá málleysa javnleikinum í venjingardysti í 1999, eina frá 1-0 sigrinum hjá Føroyum á Tórsvølli í september í 2017, og eina frá 0-0 javnleikinum í Andorra 25. mars í 2017.

Tað var líka við, at Ildefons Lima onga føroyska landsliðstroyggju fekk 25. mars í 2017 niðri í Andorra, tí føroysku spælararnir vóru alt annað enn nøgdir við harða spælið hann og fleiri liðfelagar høvdu víst í dystinum.

Ildefons Lima fór yvir til fleiri føroyskar spælarar og bað um at sleppa at býta um troyggju. Sølvi Vatnhamar forbarmaði seg, og takkað verið stríðsmanninum úr Leirvík er savnið hjá Ildefons Lima komplett.

HER sæst Ildefons Lima, ið er ein persónligheit og ein original greiða BBC frá ótrúliga troyggjasavninum hjá sær. Ildefons Lima staðfestir, at savnið hjá honum er fótbóltssøgan hjá sær og hjá Andorra: 

##med3##

Sunnudagin fer FM1 við Tróndi Arge á odda at hava eina øðrvísi frásøgn úr studionum í Krosslíð, har Tróndur saman við kønum fótbóltsmonnum fer at fylgja dystinum millum Føroyar og Andorra, ið byrjar klokkan 14. Sendingin byrjar klokkan 13.