Video: Svenskt dreymamál í 30-30 javnleiki

(Video) Anna Lagerquist og Isabelle Gulldén stóðu fyri einum dreymamáli, tá Svøríki og Serbia leiktu javnleik 30-30

Svenska kvinnulandsliðið í hondbólti fær trý stig við sær til millumspælið í EM-endaspælinum, sum er í Svøríki í hesum døgum.

 

Fyrr í kvøld leiktu Svøríki og Serbia javnleik 30-30, har Svøríki var bert fýra sekund frá einum sigri. Í stegðginum var Serbia á odda 18-15. Svøríki hevur áður í bólki A vunnið 25-19 á Spania, og tapt sera óvæntað 23-25 ímóti Slovenia. Men Slovenia fekk bank í dag. Spania vann heili 30-18, og Slovenia datt niður á fjórða plássið, og kemur ikki víðari til millumspælið. 

 

Serbia endar á fimm stigum, Svøríki á trimum, Spania á tveimum, og Slovenia á tveimum stigum.  Serbia og Svøríki taka trý stig við sær til millumspælið. Spania hevur einki stig við sær til millumspælið.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI. Anna Lagerquist og Isabelle Gulldén stóðu fyri einum dreymamáli fyri Svøríki. Njótið málið, har Isabelle Gulldén gevur Annu Lagerquist eina dreymasending.

 

Í bólki B vann Týskland 23-22 (12-10) á Póllandi, og Niðurlond vunnu 18-17 (7-12) á Fraklandi. Týskland, Pólland og Niðurlond endaðu øll á fýra stigum, og taka tvey stig við sær til millumspælið. Pólland endaði aftast við ongum stigi.