20 ára gamli, Fabian Bösch er ein av sveisisku OL-íðkarunum í Pyong Chang í hesum døgum.
Ítróttargrein hansara er snjófjøl, ella "snowboard", sum fleiri vildu nevnt tað.
Fabian Bösch er blivin víðagitin seinasta samdøgurið. Ikki so nógv fyri avrik á olympisku snjófjølsbreytini, men fyri nakað heilt annað.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj Fabian Bösch skemta sær og taka sær av løttum, og brúka ta einu rullutrappuna í olympisku bygdini Pyong Chang á ein heilt øðrvísi og stuttligan hátt.
Fabian Bösch er sera kringur, og stuttligt sær tað út, um ikki heilt vandaleyst, tá hann brúkar rullutrappuna á ein øðrvísi hátt.
Fabian Bösch hevur fingið nógvar afturmeldingar fyri sítt "bragd", so er at vóna, at tað eisini bragdar á olympisku snjófjølsbreytini.