Ungarn, sum Føroyar spæla ímóti týskvøldið hevði tað sera torført ímóti Sveis, og tapti greitt 5-2. Longu í steðginum var støðan 3-0 til Sveis, og tá 50 minuttir vóru farnir var Sveis á odda 4-0. Eftir hetta slapp Ungarn meir til orðanna, og fekk pyntað uppá úrslitið við tveimum málum.
SVEIS-UNGARN 5-2 (3-0)
18'1-0Granit Xhaka
20'2-0Fabian Frei
43'3-0Steven Zuber
49'4-0Steven Zuber
59'4-1Richárd Guzmics
83'5-1Stephan Lichtsteiner
89'5-2Roland Ugrai
Sveis hevur fult stigatal, 27 stig fyri níggju dystir, men í seinasta dystinum bíðar Portugal á útivølli, sum hevur 24 stig. Portugal, sum vann 2-0 í Andorra ígjár hevur betur málmun enn Sveis, og kann yvirhála Sveis við einum heimasigri týskvøldið.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum Sveis-Ungarn 5-2 (3-0). Staðfestast má, at Peter Gulacsi í ungarska málinum ikki hevði sín besta dag.
Týskvøldið klokkan 19.45 møtast Ungarn og Føroyar í Budapest. Ungarn hevur 10 stig og Føroyar hava 9 stig. Vinna Føroyar fáa vit eitt ótrúligt triðja pláss í undanbólki B, og seta aftur nýtt stigamet. Verður talan um javnleik verður eisini talan um eitt nýtt stigamet, og fyrstu ferð vit fáa eitt tveysiffrað stigatal í einari undankapping.