HM-hálvfinalurnar verða millum Belgia og Frakland, týskvøldið 10. juli klokkan 19, og millum Kroatia og Ongland, mikukvøldið 11. juli klokkan 19.
Tað er greitt aftaná Ongland vann rættiliga greitt 2-0 á Svøríki í sínari fjórðingsfinalu, og Kroatia vann 6-5 á Russlandi aftaná brotssparkskapping.
Hetta er fyrstu ferð síðani 1990, at Ongland er í einari HM-hálvfinalu. Belgia er í einari HM-hálvfinalu fyri fyrstu ferð síðani 1986, og Kroatia er í einari HM-hálvfinalu fyri fyrstu ferð síðani 1998. Seinast Frakland var í einari HM-hálvfinalu var í 2006.
HERsíggjast hæddarpunktini frá dystinum millum Svøríki og Ongland.
Ongland-Svøríki 0-2 (0-1)
0-1 Harry McGuire (30.)
0-2 Dele Alli (59.)
HERsíggjast hæddarpunktini frá dystinum millum Russland og Kroatia.
Russland-Kroatia 5-6 (2-2 - 1-1)
31'1-0Denis Cheryshev
39'1-1Andrej Kramaric
101'1-2Domagoj Vida
115'2-2Mario Fernandes
----------------------------------------
121'2-2Fjodor Smolov BRENDI
121'2-3Marcelo Brozovic
121'3-3Alan Dsagojev
121'3-3Mateo Kovacic BRENDI
121'3-3Mario Fernandes BRENDI
121'3-4Luka Modric
121'4-4Sergej Ignasjevitj
121'4-5Domagoj Vida
121'5-5Daler Kusjajev
121'5-6Ivan Rakitic










