Video: Svøríki møtir Fraklandi í fjórðingsfinaluni

(Video) Svøríki vann ein knúsandi 41-22 stórsigur á Hvítarusslandi í áttandapartsfinaluni

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá áttandapartsfinaluni í HM-endaspælinum í manshondbólti, har Svøríki frammanfyri 16.100 áskoðarum í Lille vann ein knúsandi 41-22 stórsigur á Hvítarusslandi. Longu í steðginum var Svøríki á odda 24-11, og tá var alt avgjørt. 

 

Jim Gottfridsson gjørdist toppskjútti hjá Svøríki við átta málum. Týsdagin møtir Svøríki vertstjóðini, Fraklandi í fjórðingsfinaluni.

 

Katar vann óvæntað 21-20 á týsku evropameistarunum. Í steðginum var Týskland á odda 10-9. Kroatia toldi sína favorittstøðu ímóti Egyptalandi, og vann 21-19. Í steðginum var Kroatia á odda 13-7.

 

Allar fjórðingsfinalurnar verða leiktar týsdagin :

 

Klokkan 16: Noreg-Ungarn

Klokkan 18: Frakland-Svøríki

Klokkan 19.45: Slovenia-Katar

Klokkan 19.45: Spania-Kroatia