Video: Suspekt savnaði fólkið

Videobrot av framførsluni hjá Suspekt

Eftir ein heldur friðaligan dag á G! festivalinum í gjár, megnaði Suspekt at savnað fólkið oman á sandin og fekk veruliga lív í fjøldina. 

 

Leygardagurin á G! er pakkaður við konsertum og spennandi tiltøkum, longu nú kl 12.00 byrjar barna G! á Spæliplássinum og síðan er skráðin pakkað við tiltøkum so sum, Hoyma hjá Eivør longu kl 15.00, matveistlu á sandinum, Kris Kristofferson, Teitur, Alphaville, Danny & The Veetos og fleiri. Sí fullu skránna aðrastaðni á síðuni.  

 

Ísak Laksafoss, kameramaður hjá Miðlahúsinum, fekk eitt brot av framførsluni upp á upptøkutólið. Trýst á pílin á myndini fyri at síggja brotið.