Meðan vanligu sjónvarpsupptøkurnar av dreyma frísparksmálinum hjá Brandi H. Olsen fara sína sigursferð á alnótini er komin undan kavi ein øðrvísi upptøka av málinum.
Talan er um eina amatørupptøku frá einum persóni, ið hevur staðið rættiliga nær við har sum frásøgumaðurin hjá FM1, Tróndur Arge stóð á Tórsvølli og segði frá Nations League dystinum millum Føroyar og Malta á Tórsvølli.
Upptøkan vísir eisini eina øðrvísi upptøku av Brandi H. Olsen, ið spurtar út til eykaleikararnar at fegnast um ótrúliga 3-2 málið.
Alternativa amatørupptøkan sæst her:
##med2##
HER ber til at lesa um, at tey minniligu frísparksmálini hjá landsliðnum eru skotin í september, og á heimavølli.
(Tað skal leggjast aftrat, at tað er Tróndur Arge sjálvur sum gjørdi amatørupptøkuna, meðan hann segði beinleiðis frá dystinum)