Video: Strongd ein stór hóttan á almennum arbeiðsplássum

Moralsk strongd er tað, sum hóttir

Á almennum arbeiðsplássum serliga kann man tosa um hugtakið "moralsk strongd". Tað er til dømis, tá ið tænastan tú veitir ikki samsvarar við tíni virði sum menniskja. 

 

 

 

Yun Ladegaard er sálarfrøðingur og granskar og undirvísir í strongd á universitetinum í Keypmannahavn. Hon er í Føroyum í hesum døgum, tí í kvøld skulu hon og Tóra Petersen, ph.d í sálarfrøði, halda fyrilestur í Reinsarínum í Havn um júst strongd. 

 

 

 

Yun Ladegaard greiðir her í videobrotinum frá, hvat strongd er, hví vit verða strongd og so greiðir hon frá nýggja hugtakinum "moralsk strongd". Trýst á pílin omanfyri fyri at síggja samrøðuna.