VIDEO: Steypasigurin hjá Fredrikstad

(Video) Her er partur av hæddarpunktunum frá norsku steypafinaluni

Jóannes Bjartalíð og Brandur H. Olsen gjørdust steypavinnarar við Fredrikstad fyrradagin.

 

Báðir gjørdu sína skyldu og skoraðu í brotssparkskappingini, sum Fredrikstad vann 5-4.

 

Jóannez og Brandur eru fyrstu føroyingarnir, ið eru steypavinnarar í Noregi.

 

NRK vísti dystin, og teir hava "geoblockað" (landalæst) hæddarpunktini frá dystinum, og tí hevur gingist illa at útvega hæddarpunktini frá dystinum.

 

Nú er partur av hæddarpunktunum tøk á YouTube, men tíverri ikki málini hjá okkara monnum í Fredrikstad.

 

HER síggjast tey hæddarpunktini sum eru tøk:

 

##med2##

 

So ørir vóru frásøgumennirnir hjá Fredrikstad Blad, tá sigurin var heima:

 

##med3##