Video: Stórsigur til Viljorm í føroyingauppgerð

(Video) Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle vunnu stórsigur á Fremad Amager ígjár. Síggj hæddarpunktini her

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini, sum Fremad Amager Elite hevur lagt út á YouTube frá dystinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini millum Vejle og Fremad Amager, sum var spældur í Vejle ígjár.

 

Vejle vann stórsigur 4-0. Støðan í steðginum var 3-0. Longu aftaná 13 minuttirs spæl var Vejle á odda 3-0. Dominic Vinicius og Gael Ondoua skutu tvey mál í part fyri Vejle

 

Viljormur Davidsen var liðskipari hjá Vejle, og Bárður J. Hansen og Heini Vatnsdal vóru við frá byrjan á liðnum hjá Fremad Amager. Bárður J. Hansen var skiftur út, tá 69 minuttir vóru farnir av dystinum. 

 

Komandi sunnudag tekur Vejle ímóti FC Fredericia. Fremad Amager AB á útivølli í Gladsaxe.

 

Støðan í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, har tað er sera tætt millum nummar 2 og nummar 11 :

 

1 Hobro1584329 - 1528
2 Vendsyssel FF1573523 - 2024
3 HB Køge1557317 - 1222
4 FC Helsingør1557322 - 1822
5 FC Roskilde1564516 - 2022
6 Fremad Amager1556421 - 1721
7 Vejle 1555522 - 1420
8 Skive1562715 - 2620
9 Fredericia1554615 - 2019
10 Næstved1553724 - 2618
11 Nykøbing FC1553719 - 2218
12 AB Gladsaxe15321017 - 3011