Heini Vatnsdal og Bárður J. Hansen vóru við frá byrjan, tá Fremad Amager á heimavølli á leikvøllinum í Sundby í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini vann stórsigur 5-0 ímóti Hobro, sum spældi í superliguni farna kappingarár. Nicholas Mortensen og Olcay Senoglu skutu tvey mál í part fyri Fremad Amager. Fimta málið skeyt Anders Kaagh. Longu tá 35 minuttir vóru farnir var støðan 3-0 til Fremad Amager.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum. Tað er YouTube rásin hjá Fremad AmaAmager Elite, sum hevur lagt hæddarpunktini út á YouTube.
Komandi sunnudag tekur liðið hjá René Shaki Joensen, Vendsyssel FF ímóti Roskilde FC. Fremad Amager spælir sama dag á útivølli ímóti HB Køge. Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle skulu spæla ímóti Helsingør á útivølli.
Hugaligt er at síggja støðuna, har føroyingaliðini eru væl við :
| # | ||||||||
|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
| 1 | Vendsyssel FF | 18 | 9 | 3 | 6 | 29 - 25 | 30 | |
| 2 | FC Roskilde | 18 | 8 | 5 | 5 | 22 - 23 | 29 | |
| 3 | Hobro | 18 | 8 | 4 | 6 | 29 - 22 | 28 | |
| 4 | Fremad Amager | 18 | 7 | 6 | 5 | 29 - 21 | 27 | |
| 5 | HB Køge | 18 | 6 | 9 | 3 | 21 - 15 | 27 | |
| 6 | FC Helsingør | 18 | 6 | 8 | 4 | 26 - 21 | 26 | |
| 7 | Skive | 17 | 8 | 2 | 7 | 19 - 27 | 26 | |
| 8 | Vejle | 17 | 6 | 6 | 5 | 24 - 15 | 24 | |
| 9 | Fredericia | 18 | 6 | 5 | 7 | 18 - 24 | 23 | |
| 10 | Nykøbing FC | 17 | 6 | 3 | 8 | 21 - 24 | 21 | |
| 11 | Næstved | 17 | 5 | 3 | 9 | 26 - 31 | 18 | |
| 12 | AB Gladsaxe | 18 | 3 | 2 | 13 | 21 - 37 | 11 |










