Høvuðsnavnið á G! í gjárkvøldið megnaði at savna stúgvandi fult av fólki á Sandinum og rundan um økið, tá ið heimskenda MØ trein á pallin klokkan 00.45 fríggjanáttina.
G! festivalurin verður hildin aftur í dag og í morgin. Leygarkvøldið klokkan 18.00 trínur Kris Kristofferson á pall á Sandinum. Sí skránna aðrastaðni á síðuni.
Ísak Laksafoss, kameramaður hjá Miðlahúsinum, fekk eitt brot av framførsluni upp á upptøkutólið. Trýst á pílin á myndini fyri at síggja brotið.