Spania má gera sum Argentina og Portugal og pakka viðførið og taka fyrsta flogfarið heim.
Spania tapti ímóti einum verjukendum og hartarbeiðandi russiskum liði aftaná brotssparkskapping.
Tróndur Arge tók soleiðis samanum dystin á in.fo fyrr í dag: "Spania, sum var stórur favorittur at vinna undan dystinum, gjørdi sum væntað í fyrra parti av fyrra hálvleiki. Liðið kemur á odda, tá 38 ára gamli russiski verjuspælarin, Sergei Ignashevich, verður so mikið kroystur, at hann ger sjálvmál.
Nú mundu tey flestu vænta, at Spania fór at spæla sigurin heim. Soleiðis var tó ikki, tí fýra minuttir fyri hálvleik brúkti spanski miðverjin, Gerard Pique, hondina til hjálpar í brotsteiginum. Artem Dzyuba umsetti til mál.
Síðani varð talan um eitt langt og lítið vandamikið spanskt álop. Einasta útskiftingin, ið gjørdi nakran mun, var tá Andrés Iniesta kom á vøllin, men skotið hjá honum bleiv bjargað. Russiska liðið arbeiddi ótrúliga hart og seinasta partin av vanligu leiktíðini, varð talan um eina 5-5-0 uppstilling, har allar mans vardu.
Í brotssparkskappingini skoraði Russland upp á øll síni brotsspørk, meðan Koke (Atletico Madrid) og Iago Aspas (Celta Vigo) brendu fyri Spania, sum nú er úti av HM."
Talan er um fyrstu HM-fjórðingsfinaluna hjá Russlandi sum sjálvstøðug tjóð. Gamla Sovjetsamveldið bleiv nummar fýra í HM-endaspælinum í Onglandi í 1966, ið er offisielt tað besta russiska úrslitið. Leggjast skal tó aftrat, at teimum gomlu sovjetisku døgunum vóru tað ofta ukrainar og aðrir sum vóru berandi kreftirnar á liðnum.
HERber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Spania og Russland.
1/8 finalan:
Spania – Russland 1-1 (1-1) (1-1, longd leiktíð)
1-0 Sergei Ignashevich, 12 sjálvm
1-1 Artem Dzyuba, br
Russland vinnur brotssparkskappingina 4-3









