Video: Sonur Marcelo dugir eisini

Sonur brasilska landsliðsbakkin í Real Madrid vísir hvør dugur er í honum

Fyri eitt sindur av tíð síðan, var “The Bin Challenge” tað heilt stóra á sosialu miðlunum. Tað er tá eitt lið stútar bóltin millum sín til seinasta spælaran, sum síðani stútar bóltin í ruskílatið – harfrá “The Bin Challenge”.

 

Hóast hetta er farið nakað av móta, so hevur eitt sjónbandabrot við átta ára gamla soninum hjá Marcelo, sum spælir við Real Madrid, vunnið fram seinastu dagarnar. Hann stútar bóltin aðru hvørja ferð millum flestu av spælarunum hjá Real Madrid, áðrenn hann stútar bóltin í ruskílatið.

 

Enzo Veira verður aftaná fagnaður av spælarum sum Sergio Ramos og Luka Modric. Real Madrid skal 26. mai spæla í Champions League finaluni móti Liverpool.