Kappingin í bestu írsku fótbóltsdeildini, Premier Division byrjaði hetta vikuskiftið.
Sonni Ragnar Nattestad var við frá byrjan og spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Dundalk FC vitjaðu Sligo Rovers ígjár.
Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Patrick McEleney gagnnýtti eitt verjumistak hjá Sligo Rovers og setti bóltin í netið tá eitt korter var farið av fyrra hálvleiki. Sjey minuttir seinni javnaði Sligo Rovers til 1-1, ið gjørdist endaliga úrslitið.
Komandi tveir dystirnar má Dundalk vera Sonna Ragnar fyri uttan, tí Sonni Ragnar skal út at ferðast við føroyska landsliðnum til útidystir í HM-undankappingini móti Moldova (25. mars), Eysturríki (28. mars) og Skotlandi (31. mars).
HER ber til at síggja málini sum komu í dystinum millum Sligo Rovers og Dundalk FC. Upptøkan er frá írska kringvarpinum, RTE:
##med2##