Sonni Ragnar Nattestad byrjaði inni fyri Molde BK, sum í dag spældi 1-1 javnleik móti FCK. Av tí at talan er um kapping, sum er í Dubai, so skuldi dysturin avgerast við brotsspørkum. Her vunnu Sonni Ragnar Nattestad og Molde BK.
Trýst á pílin á myndini fyri at siggja samandrátt fyri dystinum
Føroyski landsliðsmiðverjin spældi allan dystin. Ole Gunnar Solskjær, venjari hjá Molde BK, segði eftir dystin, at hann er væl nøgdur við avrikið móti klár besta liðnum í norðurlondum. Hann segði somuleiðis, at í løtuni verður dentur lagdur á verjuspælið. So okkurt bendir á, at hann eisini er nøgdur við avrikið hjá miðvinginum í miðverjuni.
Tó sæst á sjónbandabrotinum, at Sonni Ragnar Nattestad, sum hevur nummar 15 á rygginum, ikki er heilt ósekur í útjavnandi málinum. Talan er um hornaspark, sum FCK spælari stúrar í mál, meðan Sonni Ragnar Nattestad ikki røkkur heilt upp til bóltin.










