Liðini hjá havnarmanninum og hoyvíkinginum hittast í finaluni í EHF European League í Barclay høllini í Hamburg í morgin, sunnudagin klokkan 17.
Jóhan á Plógv Hansen stórspældi og skoraði níggju mál, tá hann og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt vunnu greiðan 38-32 (18-11) sigur á Dinamo Bukarest úr Rumenia.
Liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin vann stórsigur 33-24 (14-9) á Rhein-Neckar Löwen. Hákun skoraði eitt mál, ið var tað næstseinasta málið í dystinum til støðuna 32-24.
HER ber til at síggja samandráttirnir hjá Eurohandball frá báðum hálvfinalunum:
##med2##
##med3##