Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu fyrr í dag dyst á útivølli móti Leipzig í týsku bundesliguni.
Tað eydnaðist Füchse Berlin at vinna dystin 33-30. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15.
Hákun slapp til orðanna í seinna hálvleiki. Hann fekk fýra málmøguleikar og hann setti allar fýra í netið.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Við 1:32 minuttir sæst Hákun skjóta eitt gott mál:
##med2##