VIDEO: Soleiðis vunnu Elias og liðfelagarnir á Göppingen

(Video) Síggj ein samandrátt av bundesliga-dystinum Göppingen-THW Kiel 27-34 (13-19)

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel spældu í dag útidyst móti Göppingen í týsku bundesliguni.

 

Í dag gekk væl hjá Kiel, ið annars hevur havt eina heldur tunga gongd í bundesliguni. 

 

Kiel vann sannførandi 34-27. Í steðginum var Kiel á odda 19-13. 

 

Kiel er nú nummar fimm í bundesliguni við 12 stigum fyri 10 dystir. Teir hava tó níggju stig upp til oddaliðið, Füchse Berlin sum hevur 21 stig fyri 11 dystir. 

 

Elias gjørdist toppskjútti hjá Kiel við fimm málum. Harumframt legði Elias upp til fýra onnur mál.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Í samandráttinum síggjast eisini tvey framúr góð mál hjá Eliasi:

 

##med2##