Martin Agnarsson kom á vøllin fyri Viborg FF tá 70 minuttir vóru leiktir av venjingardystinum í Spania millum Viborg og íslendska liðið, Stjarnan.
Viborg vann dystin 2-1. Tað var annars Stjarnan sum kom á odda við einum sjálvmáli.
Viborg FF – Stjarnan 2-1
0-1 Sjálvmál (39.)
1-1 Carl Christensen (41.)
2-1 Malik Abubakari (58.)
Leygardagin klokkan 15 spælir Viborg venjingardyst móti Kryvbas úr Ukraina.
HER ber til at síggja málini, ið komu í dystinum millum Viborg og Stjørnuna:
##med2##