Svøríki vann ein greiðan 27-20 sigur á Týsklandi í HM-fjórðingsfinaluni, ið var leikt í Boxen høllini í Herning.
Fríggjadagin spælir Svøríki móti Fraklandi í hálvfinaluni, ið eins og Svøríki hevur vunnið allar sjey dystirnar í kappingini higartil. Dysturin verður leiktur í Boxen høllini í Herning.
Svøríki – Týskland 27-20 (16-6)
Svøríki : Linn Blohm 5, Jenny Carlson 5, Jamina Roberts 5, Olivia Mellegard 5, Jenny Carlson 4, Elin Hansson 2, Tyra Axnér 1.
Týskland : Amelie Berger 4, Viola Charlotte Leuchter 4, Alina Grijseels 4, Johanna Maria Stockschläder 2, Meike Schmelzer 2, Antje Döll 1, Emily Bölk 1, Annika Lott 1, Lisa Carolin Antl 1
##med2##