VIDEO: Sheriff vann 5-0 undan dystinum móti KÍ komandi hóskvøld

(Video) Síggj ein samandrátt av dystinum Sheriff-Dacia Buiucani 5-0 (4-0)

Mynd: Sheriff Tiraspol

Komandi hóskvøld klokkan 19.45 er fyrri Europa League Play Off dysturin millum KÍ og Sheriff Tiraspol úr Moldova (Transnistria).

 

Dysturin verður leiktur á Tórsvølli. 

 

HER  ber til at keypa atgongumerki til dystin.

 

KÍ fekk ikki tað allarbestu upptaktina til dystin komandi hóskvøld við einum 1-1 javnleiki á heimavølli við Djúpumýru móti 07 Vestur.

 

Sheriff hinvegin fekk tað perfektu upptaktina til dystin á Tórsvølli komandi hóskvøld.

 

Sheriff vann í kvøld á heimavølli stórsigur 5-0 á Dacia Buiucani. Longu í steðginum var Sheriff á odda 4-0.

 

Talan var tó um tað aftasta liðið í bestu moldavisku fótbóltsdeildini.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum Sheriff Tiraspol-Dacia Buiucani 5-0 (4-0) :

 

##med2##

 

Mynd: Sheriff Tiraspol