VIDEO: Soleiðis vann Noreg seg í HM-finaluna

(Video) Síggj ein samandrátt av HM-hálvfinaluni Danmark-Noreg 28-29 (23-23 - 14-9)

Noreg vann frammanfyri 12.000 áskoðarum í Boxen høllini í Herning 29-28 á Danmark aftaná longda leiktíð í HM-hálvfinaluni.

 

Danmark var á odda 14-9 í steðginum, og tær vóru á odda til fáir minuttir vóru eftir av dystinum. Tað endaði við javnleiki 23-23 í vanligu leiktíðini.

 

Henny Reistad skoraði sigursmálið til 29-28 í allarseinasta sekundinum av longdu leiktíðini.

 

Noreg spælir HM-finalu móti Fraklandi sunnukvøldið klokkan 18. Danmark spælir bronsudyst móti Svøríki klokkan 15. Báðir dystirnir vera leiktir í Boxen høllini.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá hálvfinaluni millum Danmark og Noreg:

 

##med2##