Grimsby, ið spælir í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini vann leygardagin stórsigur 4-0 á sættadeildarliðnum, Wealdstone í øðrum umfarinum í FA Cup steypakappingini. Longu í steðginum var støðan 3-0. Jaze Kabia við tveimum málum, Kieran Green og Jamie Walker syrgdu fyri málunum hjá Grimsby.
Tá Geza David Turi kom á vøllin í 57. minutti var støðan 4-0.
Í triðja umfarinum í FA Cup steypakappingini kann Grimsby møta einum liði úr Premier League.
HER ber til at síggja málini frá dystinum Grimsby Town-Wealdstone 4-0 (3-0):
##med2##











