Við 14.800 áskoðarum í rygginum í Boxen í Herning eydnaðist tað Danmark at knógva Íslandi, ið gav ferfaldu heimsmeistarunum ein skarpan gang.
EM-hálvfinalan endaði við 31-28 sigri til Danmark, ið møtir Týsklandi í finaluni, sunnudagin klokkan 17. Klokkan 14.15 spæla Ísland og Kroatia dyst um bronsuheiðursmerkini.
Toppskjúttar hjá Danmark vóru Mathias Gidsel við sjey málum, og Jóhan á Plógv Hansen við seks málum.
Við átta málum var Janus Daði Smárason toppskjútti hjá Íslandi.
Í millumumfarinum vann Danmark 31-26 (13-12) á Týsklandi, og Kroatia vann 30-29 (19-15) á Íslandi.
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá EM-hálvfinaluni millum Danmark og Ísland:
##med2##











