Klæmint A. Olsen og liðfelagarnir í Breiðablik vunnu seg víðari til annað umfarið í Champions League undankappingini við 2-1 heimasigri á írska liðnum, Shamrock Rovers. Breiðablik vann 1-0 á útivølli og harvið ein samlaðan 3-1 sigur.
Í øðrum umfarinum møtir Breiðablik danska stórliðnum, FC Keypmannahavn. Heimadysturin verður leiktur 25. juli og útidysturin 1. august.
Klæmint leikti allan útidystin móti Shamrock Rovers, men fekk bert fáar minuttir á vøllinum ígjár.
HER síggjast málini í dystinum Breiðablik-Shamrock Rovers 2-1 (1-0) :
##med2##











